Innanlands

Javnaðurin og Fólkaflokkurin standa til at fáa fólkatingssessirnar

Spyr.fo spurdi 500 veljarar í gjár – stórar broytingar í mun til undanfarnu kanning fyri viku síðani

Fólkaflokkurin er gingin nógv fram hesa seinastu vikuna, og stendur nú til at fáa umboðan á fólkatingi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fólkaflokkurin er gingin nógv fram hesa seinastu vikuna, og stendur nú til at fáa umboðan á fólkatingi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-04 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at fólkatingsvalið hesaferð gerst minst líka so spennandi, sum fyri fýra árum síðani.

”Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt” er fyrrverandi løgmaður, Annfinn Kallsberg, siteraður av fleiri valevnum í dag, og sigast má, at okkurt er um tosið.

Sambandsflokkurin, sum hevur verið mest sum vissur í fólkatingssessinum sum nógv størsti flokkur á teimum seinastu veljarakanningunum hjá Portalinum, er nú ikki sikkur longur. Sambandsflokkurin fekk annars nógv best úrslit á bæði kanningini hjá Gallup og Lóðuri, sum vórðu almannakunngjørdar í gjár í ávikavist Kringvarpinum og Vágaportalinum.

Í nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, fær Sambandsflokkurin ikki umboð valt á fólkating, men verður triðstørstur flokkur.

Nú er Javnaðarflokkurin størsti flokkur, hóast hann gongur aftur í mun til seinastu kanning hjá Spyr.fo. Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin missir 0,7 prosentstig, og fær nú 25,5 prosent av atkvøðunum, men tað er nóg mikið til at fáa fyrstvalda fólkatingslimin.

Sambandsflokkurin gongur heilt nógv aftur í nýggjastu kanningini. Úr 29,2 niður á 24,0 – ein missur á 5,2 prosentstig.

Hinvegin gongur Fólkaflokkurin nú nógv fram, og stendur at fáa hin fólkatingslimin. 26. mai stóð Fólkaflokkurin til at fáa 20,3 prosent nú gongur flokkurin fýra prosentstig fram og fær 24,3 prosent, 0,3 prosentstig fleiri enn Sambandsflokkurin.

Okkurt bendir sostatt á, at vitjanin hjá danska forsætisráðharranum kann vísa seg at fáa eina neiliga ávirkan á Sambandsflokkin, og eisini Javnaðarflokkin, sum jú gongur nakað aftur í mun til seinastu kanning.

Tí Tjóðveldi gongur eisini fram – liggur nakað væl aftan fyri hinar tríggjar stóru flokkarnar, men framvegis innan fyri óvissuna (millum 1,1 og 3,8 prosentstig) at fáa umboð valt á fólkating.

Tjóðveldi stendur nú at fáa 21,3 stig, ein framgongd á 2,3 prosentstig í mun til seinastu kanning hjá Spyr.fo.

Framsókn gongur nakað fram og fær 3,3 prosent, meðan Sjálvstýrið gongur aftur og fær 1,6 prosent av atkvøðunum.

Spyr.fo gjørdi kanningina í gjár. 500 fólk vórðu spurd.

Sigast skal, at tað framvegis er næstan triðji hvør veljari, sum ikki ætlar sær á fólkatingsval, nú 31,5 prosent. Talið av teimum, sum enn ikki hava tikið støðu, er nú komið niður á 5,9 prosent, meðan 1,3 ætla at atkvøða blankt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder