
Valúrslit.fo: Hann hevur verið drúgvur í politikki. Hann var við til at stovna Miðflokkin, sum fyrstu ferð bjóðaði seg fram á merkisverda kreppuvalinum í 1994. Flokkurin fekk tvey umboð vald. Jenis av Rana og Tordur Niclasen.
”Sannføring okkara er greið – tað er hvørki olja, fiskur ella annað ríkidømi okkum tørvar mest, men ein djúp umvending aftur til Guds okkara, og tey lívsvirði lívið við Honum gevur. Tey eru farin seinastu árini og mega vinnast aftur, skal okkum verða lív lagað á klettunum,” skrivaði Jenis av Rana í viðmerking í Sosialinum nakrar mánaðir undan valinun, 16. februar 1994.
Hann og Tordur Niclasen høvdu annars báðir eina fortíð í Kristiliga Fólkaflokkinum, men valdu saman við øðrum at stovna Miðflokkin, sum í størri mun skuldi seta kristiligu virðini í miðdepilin.
Jenis av Rana hevur verið løgtingsmaður síðan 1994. Á løgtingsvalinum 8. desember í fjør varð hann valdur fyri níggjundu ferð upp í slag. Hann fekk 722 atkvøður, sum eisini var nógv tað besta persónliga valið hjá honum higartil.
Jenis av Rana hevur í tveimum umførum verið floksformaður. Fyrst í tíðarskeiðnum frá 1994 til 1997, og aftur síðan 2001.
Í trý ár var hann býráðslimur í Havn sum fastur varamaður. Hann var næsti maður á Uttanflokkalistanum til býráðsvalið í 1992. Árið eftir legði Petur í Gong býráðssessin frá sær, og Jenis av Rana tók við sessinum.
Í 2019 tók hann við sum landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum. Starvið røkti hann í meira enn trý ár, tá samstarvstrupulleikar elvdu til, at løgmaður koyrdi hann úr starvið.
Øll árini hevur hann tosað og grundgivið við støði í kristnu trúnni, og við honum á odda hevur Miðflokkurin eisini javnan verið í andglettinum og fingið røring í politisku skipanina og almenna orðaskiftið.
1990: Kristiligi Fólkaflokkurin, 97 atkvøður
1994: Miðflokkurin, 237 atkvøður
1998: Miðflokkurin, 258 atkvøður
2002: Miðflokkurin, 298 atkvøður
2004: Miðflokkurin, 407 atkvøður
2008: Miðflokkurin, 504 atkvøður
2011: Miðflokkurin, 434 atkvøður
2015: Miðflokkurin, 498 atkvøður
2019: Miðflokkurin, 471 atkvøður
2022: Miðflokkurin, 722 atkvøður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald