Innanlands

Jenis av Rana: Eg eri skuffaður av andstøðuni

Formaðurin í Miðflokkinum ásannar, at tað sær svart út við ætlanini um nýval áðrenn ólavsøku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-16 16:44 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

7. mai varð fráboðan frá Miðflokkinum send øllum føroyskum miðlum. Staðfest varð, at Miðflokkurin ikki bjóðaði seg fram til fólkatingsvalið, men tað varð eisini heitt á løgmann um at skriva út val at verða 5. juni, tá fólkatingsval eisini verður. 

Í útvarpinum sama dag segði Jenis av Rana, floksformaður í Miðflokkinum, at um løgmaður ikki vildi kalla tingið saman at viðgera tey málini, sum lógu eftir, átti hann at skriva nýval út. Løgmaður hevur síðani sagt, at um hann fær 17 tingfólk ímóti sær, verður valið skrivað út beinavegin. 

Men tað gongur illa hjá Jenisi at fáa undirtøku fyri nývali ella at kalla tingið saman. Tað ásannar hann fyri Portalinum. 

- Eg eri skuffaður av andstøðuni. Teir vísa ongan áhuga fyri at fáa valið útskrivað ella at fáa løgtingið saman aftur, sigur Jenis av Rana, sum skal hava 14 tingfólk aftanfyri seg, um hann skal kalla tingið saman í úrtíð. Men hann skilur heldur ikki samgongutingfólk. 

- Eg havi tosað við ymsik tingfólk í samgonguni, sum eg hevði vónað skiltu álvaran í støðuni, at løgtingið ikki verður kallað saman, hóast fleiri uppskot eru eftir at viðgera. Men tað tykist ikki vera nakar áhugi fyri at fara aftur til arbeiðis, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum. 

Tú kann ikki fara í land meðan fiskurin er á dekkinum 
Tá tingfólkini fóru í summarfrí 3. mai í ár, vóru fleiri uppskot hjá samgonguni ikki komin úr nevnd enn. Vælferðarlógin, Náttúrumargfeldislógin og innkomuvegirnir báðu meðin Skálafjarðatunnilin eru trý mál, sum ikki eru avgreidd, hóast løgtingið er í summarfrí. 

- Tey málini, sum eru komin út seinastu vikuna, eru tey, sum semja er ímillum andstøðu og samgongu, segði løgmaður við Dag og Viku dagin, tá tingið fór heim. Hann greiddi frá, at kvalifiseraður meiriluti skuldi fáast, um upskot skuldu fáast úr nevnd. Men Jenis av Rana sigur, at um løgtingið arbeiddi eina ella tvær vikur afturat, høvdu fleiri uppskot kanska blivið samtykt. 

- Miðflokkurin hevði tikið undir við vælferðarlógini, um smáar tillaðingar vórðu gjørdar, staðfestir Jenis av Rana. Bárður á Steig Nielsen hevur eisini sagt við útvarpið, at Sambandsflokkurin møguliga hevði tikið undir við uppskotinum um vælferðarlóg. Tí er sannlíkt, at løgmaður hevði fingið undirtøku fyri hjartamálinum hjá Javnaðarflokkinum, um tingið ikki var farið í summarfrí. Og Jenis heldur støðuna vera beinleiðis keðiliga fyri fólkaræðið. 

- Í øðrum londum leggja stjórnir frá sær, um tær missa meirilutan. Minnilutastjørnir kunnu sjálvandi sita, men tað er ikki í ordan at fara í summarfrí, meðan 60 uppskot enn liggja í nevnd, sigur Jenis av Rana. Hann samanber støðuna við, um skiparir bara steðgaðu at arbeiða, tá teir løgdu at landi. 

- Tú kann ikki bara fara í land, um dekkið er fult av fiski. Uppá sama máta ber ikki til at fara í summarfrí, um fult av uppskotum liggja í nevnd, staðfestir Jenis av Rana, sum leggur afturat, at trupulleikin í sær sjálvum ikki er, at tingið fer í summarfrí. 

- Um tað var slætt borð og uppskotini vóru avgreidd, hevði onki forgjørt verðið í, at løgtingið fór í summarfrí. Men tá fleiri týdningarmikil uppskot ikki verða samtykt, er ongin meining í at fara í summarfrí. Tá kundi løgmaður bara útskrivað nýval, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder