- Undir viðgerðini av fíggjarløgtingslógini, og í fjølmiðlaumrøðuni í sambandi við hesa, varð aftur og aftur tosað um týdningin av breiðum semjum millum helst allar flokkar.
Soleiðis byrjar formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana sítt lesaraskriv, sum varð sent út til miðlarnar í gjárkvøldið, har formaðurin í Miðflokkinum heitir á løgmann um at fáa eina breiða semju í málinum um ferðaseðlaprísirnar hjá Dennis Holm, landstýrðismanni í samferðslumálum.
- Tó at eg, eisini út frá persónligum politiskum royndum í nærum tríati ár, ikki síggi breiðar semjur sum altavgerandi fyri at kunna halda eina stabila og varandi politiska kós, so fari eg at heita á samgonguna um at gera orð til veruleika og kalla allar flokkar inn í eini roynd at finna semju um nýggja ferðaseðlapríspolitikkin hjá Strandferðsluni, sigur Jenis av Rana.
Í Kringvarpstíðindunum í gjár segði løgmaður, at eftir at formenninir í samgonguflokkunum høvdu viðgjørt málið, skuldu meirilutaumboðini í vinnunevndini viðgera tað, áðrenn endalig støða varð tikin.
- Tað vil siga at her verður enn einaferð, beint móti kjaksemjuni farnu vikurnar, lagt upp til eina meirilutaavgerð, heldur enn eina breiða semju, sigur Jenis av Rana, sum heitir á løgmann um at halda orð, og veruliga royna at finna breiðar semjur.
Jenis av Rana leggur afturat, at onkur heldur kanska at talan er um eitt lítið mál, men hesum er hann als ikki samdur við.
- Tað haldi eg avgjørt ikki. Her er tvørturímóti talan um eitt mál, sum grundleggjandi rakar allar føroyingar, og sum eisini rakar eitt økið, ferðavinnuøkið, sum øll eru samd um, at loysn má finnast á, sigur formaðurin í Miðflokkinum, og leggur aftrat at um so er, at málið verður mett relativt lítið av summum, so er onki skeivt í at byrja aftur í tí smáa.
Les eisini: Prísskipanin hjá Dennisi Holm verður vrakað
Les eisini: Karlot hótti við misáliti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald