Jenis av Rana er ein av teimum royndastu politikkarunum í Føroyum, men á fólkatingsvalinum í dag, er ikki møguligt at velja hann, tí Miðflokkurin hevur valt at ikki stilla upp til fólkatingsvalið á hesum sinni. Jenis av Rana er á túri Norrønu og er í Íslandi júst nú. Hann náddi ikki at velja, áðrenn hann fór av landinum. Men hóast Miðflokkurin ikki stillar upp, hevði Jenis av Rana ætlað sær á val.
- Eg hevði ætlað mær at fara áðrenn ferðina, men eg náddi tað ikki, sigur Jenis av Rana, sum tó veit hvat hann hevði atkvøtt.
- Eg rokni við, at eg hevði atkvøtt blankt. Har eru fleiri skilafólk, sum eg kundi hugsað mær at atkvøtt fyri, um eg kundi følt frið við at atkvøtt uppá tey. Eitt nú Christian Andreasen ella Jacob Vestergaard. Men eg kann ikki atkvøða fyri teimum, tí tá er tað stórur møguleiki fyri at Annika Olsen, ið hevur breggja sær av at vera tann fyrsta, ið vígdi samkynd, ið fór á fólkating, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at hann heldur ikki hevði kunnað atkvøtt fyri Sambandsflokkinum, tí hann hevur bundið seg til Vinstra flokkin í Danmark, ið ætlar at stuðla lóg um rættin at velja sítt kyn fyri børn heilt niður í seks ár.
- Sjálvstýrisflokkin taki eg slett ikki fyri fult. At man bjóðar seg fram til ein sess, ið man ikki ætlar at seta seg í, um tú verður valdur, tað havi eg ringt við at taka í álvara, sigur Jenis av Rana, ið greiðir frá, at hann ikki kann atkvøða fyri nøkrum av samgonguflokkunum.
- Tað er orsaka av politikkinum, teir hava ført her heima, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Ikki angra at flokkurin ikki bjóðar seg fram
- Tað er torført, tá fólk, ið vanliga atkvøða fyri Miðflokkinum, ringja og spyrja, hvørjum tey nú skulu atkvøða fyri. Men vit hava roynt at vegleitt so væl sum gjørligt, sigur Jenis av Rana, ið tó ikki angrar at Miðflokkurin ikki stillaði upp til fólkatingsvalið.
- Vit hava havt ein fund, tá vit eftirmettu avgerðina, og eg haldi ikki, at har vóru nakrar røddir frammi, ið hildu tað vera ein feil, at flokkurin ikki stillaði upp, sigur Jenis av Rana, ið fegnast um at hava tíð til at hugsavna seg um løgtingsvalið.
- Vit hava fingið færri atkvøður á fólkatingsvali enn á løgtingsvali, og tí máttu vit ásanna, at tað eru nógvir miðflokkaveljarir, ið ikki atkvøða fyri okkum til fólkatingsvalið, og tí hildu vit tað vera líka gott at hugsavna okkum um løgtingsvalið. Tað kennist gott at kunna fokusera hundrað prosent uppá løgtingsvalið, sigur Jenis av Rana at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald