Innanlands

Jenis spyr løgmann um fremmand trúarsúmbol

Hvørjar mannagongdir eru fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum, hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða staðseting av fremmandum trúarsúmbolum, og eru ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-05 08:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørjir møguleikar fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum eru í Føroyum?

Tað vil Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin hava Aksel V. Johannesen løgmann at svara uppá.

Í desember visti Dimmalætting at siga, at ætlanir eru um at seta á stovn ein muslimskan depil í Føroyum, og hesi tíðindini hava elvt til nógv kjak. 

– Nøkur fegnast meðan mong harmast, óttast og ávara. Hesi ávara móti at opna dyr fyri einari fremmandari ideologi, sum slík hølir, sum í longdini kunnu hugsast at enda sum moska, fara at umboða, skrivar Jenis av Rana í viðmerking til ein § 52a fyrispurning.

– Meðan tey, ið tala fyri, tosa um fordómar og ótolsemi, vísa tey, ið tala ímóti, á royndir úr granna- og øðrum londum. Har verða ávirkanir og fylgjur av slíkum deplum og moskum sagdar verða beinleiðis vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina.

– Víst verður á ávirkan frá fremmandum tjóðum gjøgnum fíggjarligan stuðul til bygging og rakstur av moskum, og beinleiðis verður slíkar ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri tillaging (integratión), sigur hann.

Jenis av Rana hevur tí spurt løgmann, hvørjar mannagongdirnar eru fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum, hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða staðseting av fremmandum trúarsúmbolum, og um løgmaður ella landsstýrið hevur ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder