Jenis vísir á Aksel

Nú hava allir formenninir verið og tosað við løgtingsformannin. Miðflokkurin vísir á Aksel V. Johannesen. Sostatt vísa allir á formann Javnaðarfloksin uttan Fólkaflokkurin, sum ikki vil siga

Jenis av Rana hevur júst verið og tosað við løgtingsformannin. Har hevur hann víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingaleiðara. (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana hevur júst verið og tosað við løgtingsformannin. Har hevur hann víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingaleiðara. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 11:00 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Eftir løgtingsvalið hevur løgmaður lagt frá sær, og tað hevur sett gongd á eitt sonevnt formansumfar. Formenninir í politisku flokkunum á tingi hava ein og ein verið og tosað við løgtingsformannin og sagt, hvønn teir vísa á sum samráðingarleiðara.

Jenis av Rana hevur júst verið inni og tosað við løgtingsformannin, og hann hevur víst á Aksel V. Johannesen. Spurdur um, hvørja samgongu hann ynskir sær, sigur hann, at nógvir møguleikar eru. Alt frá einari gamlari heimastýrissamgongu til eina fullveldissamgongu.

Sostatt er greitt, at allir flokkar uttan ein vísa á Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins, sum samráðingarleiðara. Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, vildi ikki siga, hvønn hann vísti á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder