Uttanlands

Jennifer Aniston ynskir nýggja sesong av “Friends”

Sjónleikarinnan heldur, at tað er hennara besta arbeiðið yvirhøvur

Frá vinstru til høgru: Matthew Perry, Jennifer Aniston, David Schwimmer, Courtney Cox, Matt LeBlanc og Lisa Kudrow

Frá vinstru til høgru: Matthew Perry, Jennifer Aniston, David Schwimmer, Courtney Cox, Matt LeBlanc og Lisa Kudrow

2018-08-03 09:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mong hava ynskt tað í fleiri ár, summi líka síðani sendirøðin steðgaði í 2004. Fjepparar av senidrøðini “Friends” hava leingi ynskt at síggja vinirnar aftur á skíggjanum í einari nýggjari sesong.

Nú er møguliga ein glotti at hóma. Jennifer Aniston, sum hevði rolluna sum Rachel Green í skemisendirøðini, sigur nú, at hon hugsar um møguleikan hjá sendirøðini at byrja aftur.

- Eg droymi um tað. Tað er veruliga nakað av tí besta arbeiðinum, sum eg nakrantíð havi gjørt, sigur 49 ára gamla sjónleikarinnan við InStyle.

Jennifer Aniston sigur eisini, at møguleikan at venda aftur á skíggjanum saman við hinum vinunum er nakað, sum hon Courtney Cox, sum spælir Monica í sendirøðini, og Lisa Kudrow, sum spælir Phoebe, tosa um.

“Friends” var fyrstu ferð á skíggjanum í 1994. Í sendirøðini sóu við dagliga lívið hjá Ross, Chandler, Joey, Rachel, Monica og Phoebe, sum ungir amerikanarar í Manhattan í New York.

Sendirøðin var ein hin best umtókta í heiminum í 90’unum og í byrjanini av 00’unum. Síðani sendirøðin gavst hava leysasøgur fleiri ferðir verið um at hon fór at byrja aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder