Seinasta mikudag vórðu Jens Christian Guttesen og Gudmund Mortensen heiðraðir við gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs.
Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs verður latið borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur.
Tað var Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum handaði Jens Christiani og Gudmundi gullheiðurstekin, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Jens Christian Guttesen hevur seinastu mongu árini verið millum mest eyðsýndu tónleikarar og sangarar í Føroyum. Sum tónleikaraundirvísari í Havn, Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum, hevur Jens Christian í meiri enn 40 ár undirvíst flest øllum selloleikarum, sum vit í dag kenna frá Føroya Symfoniorkestri. Eisini hevur hann verið hollur stuðul hjá Føroya Symfoniorkestri síðan stovnanina í 1983, segði Elsa Berg m.a.
– Harumframt hevur Jens Christian, síðan hann var heilt ungur, sungið í Ebenezerkórinum og hevur stjórnað kenda kórinum i ein mansaldur. Hann hevur sum tónleikari og sangari ríkað um gerandisdagin hjá nógvum, og hevur hann áhaldandi havt alskin til tónleik fremst í øllum tí, sum hann hevur gjørt.
– Fyri nærlagni sítt, ídni og slóðbrótandi íkast til tónleikalívið í Tórshavnar kommunu verður Jens Christian Guttesen heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
Um Gudmund Mortensen segði borgarstjórin:
– Gudmund Mortensen hevur í langt áramál verið undangongumaður innan urgutónleik í Føroyum. Hann hevur við sínari vitan og royndum innan urgutónleik lagt stóra orku í, at organistar arbeiða saman og útbúgva seg, bæði við frálæru og tilhoyrandi teori. Gudmund hevur samstundis ment eina organistútbúgving, og hevur við hesum laðað týðandi varðar á leiðini og sett organistar við kring alt landið.
– Sjálvur hevur Gudmund eisini við stórum nærlagni røkt organiststarvið í dómkirkjuni í mong ár, til stóra gleði fyri mangan borgara í Havn. Gudmund hevur starvast bæði hjá Tórshavnar musikkskúla og í Havnar kirkju, og hevur hann lagt ómetaliga nógvar arbeiðstímar og orku í hetta fakið, sum hann týðiliga hevur brent fyri øll hesi árini.
– Fyri nærlagni sítt, ídni og slóðbrótandi íkast til tónleikalívið í Tórshavnar kommunu verður Gudmund Mortensen heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald