Innanlands

Jens Dam Ziska skal standa fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði

Jens hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University.

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

2019-01-17 21:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Jens Dam Ziska sum vísindafólk at standa fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði.

Jens hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University. Í gransking sínari sum heimspekingur hevur hann serliga fingist við fagurfrøði og list. Í løtuni er hann í tíðaravmarkaðum starvi sum granskari á Kunstakademie Düsseldorf, og hann flytur tískil heim at taka við nýggja starvinum, samstundis um hann ger seg lidnan við uppgávurnar har, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni. Umframt at granska er Jens virkin sum myndlistafólk. Hann var t.d. við á framsýningini “Vatn” í Norðurlandahúsinum í fjør.

Seinasta vísindaliga grein hansara, “Art as Alchemy: The Bildobjekt Interpretation of Pictorial Illusion” stóð í  The Journal of Aestehetics and Art Criticism í apríl í fjør og úrdráttur av greinini sæst HER.

Umframt at standa fyri at skipa útbúgvingina fer Jens at undirvísa í pørtum av teimum felags ástøðiligu skeiðunum, sum fara at verða boðin út í útbúgvingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder