Innanlands

Jens-Fredrik: - Støðga hasum hertøkutosinum

Grønlendski landsstýrisformaðurin biður amerikanska forsetan um at virða at Grønland eitt land, eitt fólk, eitt fólkaræði

Jens-Fredrik Nielsen helt tíðindafund um politisku støðuna í gjár (Mynd: EPA)

Jens-Fredrik Nielsen helt tíðindafund um politisku støðuna í gjár (Mynd: EPA)

2026-01-06 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Nú er nóg mikið.

Soleiðis sigur formaðurin fyri grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, var komin við útsøgnini um, at USA hevur brúk fyri Grønlandi.

Landsstýrisformaðurin minnir á, at Grønland í fleiri ættarlið hevur verið ein trúfastur vinur hjá USA, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

- Júst av hesi orsøk kann retorikkurin frá USA, sum verður endurtikin í hesum tíðum als ikki góðtakast.

- Tá forsetin í USA tosar um, at “okkum tørvar Grønland” og knýtir okkum saman við Venesuela og hernaðarligu inntrivini har, so er tað ikki bara skeivt. Tað er óvirðiligt, sigur Jens-Fredrik Nielsen.

- Land okkara er ikki ein partur av stórveldisretorikki. Vit eru eitt fólk. Eitt land. Eitt fólkaræði. Hetta má virðast. Serliga av okkara nærmastu og trúføstu vinum.

- Ikki meira trýst. Ikki fleiri ábendingar. Ikki meira dreymatos um hertøku, sigur grønlendski stjórnarleiðarin.

Í staðin vísir hann á, at Naalakkersuisut er opið fyri samrøðum.

- Men tað skal vera umvegis tær røttu kanalirnar í í virðing fyri fólkarættinum.

- Grønland er heim okkara og okkara øki. Og soleiðis verður tað framhaldandi, sigur Jens-Fredrik Nielsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder