Innanlands

Jens Marni sang seg í finaluna

Hyggjararnir dámdu tað teir hoyrdu og sóu, og atkvøddu Jens Marna Hansen víðari til finaluna, sum verður í næstu viku

Jens Marni (Skíggjamynd: DR)

Jens Marni (Skíggjamynd: DR)

2023-05-26 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jens Marni Hansen var aftur í kvøld í tónleikakappingini Stjerneklar í Team Bryan Adams.

Teir tríggir á liðnum framførdu rokklagið "Run to you".

Í mun til hini umførini, var tað hesaferð bara ein av teimum trimum, sum slapp víðari. Og tá verturin Joakim Ingversen rópti tey upp, sum vóru komin víðari til finaluna, var Jens Marni Hansen fyrstnevndur.

Hann skal sostatt umboða Team Bryan Adams í finaluni sum verður í næstu viku.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder