Jóanna Djurhuus er sett í starv sum deildarstjóri fyri vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Hetta skrivar heimasíðan uvmr.fo.
Talan var um eitt starv, sum varð lýst leyst fyrr í summar. Fýra umsóknir vóru til starvið, og Jóanna varð mett sum tann rætta til tað.
Hon hevur eisini nógvar royndir á økinum. Um nýggja deildarstjóran skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráði, at Jóanna Djurhuus er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur úr Keypmannahavn. Jóanna Djurhuus hevur starvast í Vinnumálaráðnum síðani 2004, við styttri skiftum í Fíggjarmálaráðnum.
- Hesi árini hevur Jóanna Djurhuus verið ráðgevi og fyribils settur deildarstjóri umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv.
Jóanna Djurhuus tekur við starvinum 1. september. Hon tekur við eftir Pól E. Egholm sum nú er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald