2025-12-30 08:44
Í dag byrjar Jobmatch í Stórhøllini við Tjarnir, og tað verður Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta starvstevnuna.
Í ár luttaka íalt 90 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð. Harumframt er talið av undanskráettum vitjandi tað størsta nakrantíð.
Dyrnar lata upp klokkan 12 í dag, og setanin verður klokkan 12:10. Tilber at skráseta seg til Jobmatch við inngongdina. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvsstevnan er opin til klokkan 17.
Elsa Berg, borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald