Innanlands

Jobmatch: Ikki ver bangin at fara til básarnar og práta

61 arbeiðsgevarar undir sama taki í næstu viku

Jobmatch 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jobmatch 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-22 13:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Jobmatch starvstevnuni í næstu viku ber til at koma á tal við 61 arbeiðsgevarar, sum umboða ein breiðan hóp av føroyska arbeiðsmarknaðinum, t.d innan handverk og byggivinnu, ali- og fiskivinnu, ferðavinnu, fyrisiting, búskap og løgfrøði, heilsuverk, gransking, kunningartøkni o.a.

Til ber eisini til at bíleggja eitt “JobPrát” við ein ella fleiri arbeiðsgevarar. Eitt "JobPrát" er ein óbindandi styttri samrøða, har til ber at kunna seg um møguleikar og at greiða frá um seg sjálva/n.

- Um eg skal geva fólki, sum koma á Jobmatch nøkur ráð, so er tað, at man ikki skal vera bangin fyri at fara til básarnar og tosa við umboð fyri fyritøkurnar. Tey eru har til tað sama. Um ein ynskir at tosa við onkran, sum arbeiðir innanfyri eitt ávíst øki, er tað skilagott at bíleggja sær eitt prát áðrenn” sigur Rói Christiansen, ið arbeiðir sum lívfrøðingur á Bakkafrost.

Jobmatch starvsstevnan verður fríggjadagin 28. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder