2018-12-28 08:03
Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta starvstevnuna. Í ár luttaka íalt 61 fyritøkur, kommunalir og almennir stovanar, og tað er tað mesta nakrantíð.
Høvuðssponsorar á Jobmatch 2018 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo
- Jobmatch
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald