Uttanlands

Joe Biden fingið staðfest prostatakrabba

Fyrrverandi amerikanski forsetin kannar nú møguleikarnar fyri viðgerð – Sjúkan hevur spreitt seg til beinini

Fyrrvernadi amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Fyrrvernadi amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2025-05-19 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Joe Biden hevur fingið staðfest prostatakrabba, og sjúkan hevur spreitt seg til beinini, upplýsir skrivstova hansara sambært Reuters.

Sjúkan er viðkvom yvir fyri hormonum, og tað gevur møguleikar fyri munagóðari handfaring av sjúkuni. Biden er nú saman við familju og læknum í ferð við at gjøgnumganga møguleikar fyri viðgerð.

Krabbamein í prostata sæst javnan hjá eldri monnum, og sjúkan mennist ofta seint.

Biden fekk staðfest sjúkuna, eftir at hann var farin til læknan fyri trupulleikar við landgøgnunum, skrivar Ritzau.

Joe Biden er 82 ár. Hann var 46. forseti í USA frá januar 2021 til januar 2025. Hann var higartil elsti forseti, sum USA nakrantíð hevur havt. Í árunum 2009 til 2017 var Biden varaforseti undir Barack Obama forseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder