Innanlands

Nú fáa tey eisini pitsa á Strondum

Seinastu árini hevur Joe Pizza verið í Hvalvík - nú letur ein deild upp afturat

Pitsamatstaðið fer at verða Í kjallaranum, har posthúsið var (Mynd: Joe Pizza)

Pitsamatstaðið fer at verða Í kjallaranum, har posthúsið var (Mynd: Joe Pizza)

2020-04-17 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur Joe Collins rikið "Joe Pizza" í Hvalvík - í eyðkendu gulu húsinum í sunnara enda av bygdini.

Ætlanin hevur í eina tíð verið at latið upp á Strondum, har Joe býr, og í dag klokkan 16 verður tað veruleiki: Joe Pizza letur upp í kjallaranum á gamla posthúsinum, áleið miðskeiðis í størstu bygdini á vestara armi av Skálafjørðinum.

Sama matskrá kemur at vera sum í Hvalvík.

Tá Eysturoyartunnilin kemur næsta ár verður Strendur á ein hátt meira sentralt í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder