Innanlands

Joensen framvegis vanligasta eftirnavnið

Næstan annar hvør av okkum hevur eitt eftirnavn sum endar við -sen, men tað hevur verið enn meiri vanligt, enn tað er í dag, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-09-04 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Joensen er framvegis vanligasta eftirnavnið í Føroyum, vísir nýggjasta navnauppgerðin, sum fevnir um nøvn hjá teimum, sum búðu í Føroyum 1. januar.

Sambært Hagstovuni hava knappliga helvtin av fólkinum eitt eftirnavn, sum endar við "-sen", og tað eru færri, enn tað vóru fyrr.

Í 1985 høvdu yvir 60 prosent eitt eftirnavn, sum endar við -sen, og í dag eru tey góð 45 prosent.

Næst á listanum yvir vanligastu eftirnøvn, aftaná Joensen, eru nøvnini Hansen, Jacobsen og Olsen. Hesi nøvnini hava verið vanligastu eftirnøvn líka síðani 1985, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina. Hóast nøvnini eru vanligast, so eru tað færri og færri, sum eita hesi eftirnøvn, skrivar Hagstovan.

Vanligastu eftirnøvnini í økjunum kring landið eru í stóran mun tey somu sum fyri landið tilsamans. Tó eru nøkur frávik í sunnaru økjunum í landinum.

Í Sandoynni er tað vanligt at eita Hentze, Olsen, Petersen og Winther til eftirnavn, og í Suðuroynni eru eftirnøvnini Joensen, Thomsen, Poulsen og Bech millum tey mest vanligu.

Nøkur eftirnøvn eru bert umboðað í einum øki.

Eitt dømi er eftirnavnið á Reynatrøð, sum bert er at finna í Eysturoynni, eftirnavnið Josephsen er bert at finna millum fólk, sum búgva í Norðoyggjum, og eftirnavnið í Stórustovu er bara umboðað í Suðurstreymoy.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder