Mentan

Jógvan Arge við nýggjari bók

Millum fjals og fjøru er sætta bókin í røðini Mín krýnika

2020-09-07 13:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sætta bókin í røðini Mín krýnika eftir Jógvan Arge kemur út hvørja løtu. “Millum fjals og fjøru” er ikki minni spennandi og fjølbroytt, enn tær fyrru krýnikurnar. Hesa ferð eru vit bæði á sjónum og uppi á landi. Vit eru við politisk samráðingarborð um fiskirættindi kring alt Norðuratlantshav og vitni til politiska upploysn á løgtingi og í landsstýri, sum í 1980 endaði við fyrsta heimastýrisvali í ótíð.

Skipafelagið Føroyar keypti eitt heilt fylgi av trolarum á Kuba. 55 mans fóru til Havana eftir teimum. Trolararnir komu til sín rætt, tá teir vórðu umbygdir og fóru at trola undir Føroyum. P/f Beta í Fuglafirði reiddi teir út, og reiðari var Olaf Olsen á Glyvrum.

“Droxford” og “Sundaberg”
Bretski vrakfiskarin “Droxford” fiskaði tin fyri 18 miljónir undir Føroyum úr bretska farmaskipinum “Hollington”, sum varð skotin niður í landsynning úr Akrabergi í 1917. Hann var á veg til Murmansk við vápnum og lóðri, og hevði eisini ein dýran bil við til zarin. Árið eftir fiskaði “Droxford” gull fyri 15 miljónir krónur úr einum amerikonskum farmaskipi, sum varð søkt í seinna kríggi.

Trolarin “Sundaberg” úr Klaksvík sakk á heimleið úr Ný Fundlandi í 1973. Skipið tók sjógv inn, og ongi onnur ráð vóru, enn at senda út neyðakall 400 fjórðingar úr St. Johns. Bretskir trolarar hoyrdu neyðarkallið og fóru at sigla til “Sundaberg”. Tá teir komu fram, vóru allir 38 menninir farnir í bátarnar, men vórðu allir bjargaðir. “Othello” fór til Íslands við teimum.

Tað stóð á gomlum nøglum, tá fiskimarkið fór út 1. januar 1977. Landsstýrið ferðaðist víða um lond at tingast um fiskirættindi. Samráðst var við Kanada, Grønland, Ísland, Noreg, Felagsmarknaðin, Eystursjóvar-lond og Sovjetsamveldið. Skuldu vit hava rættindi hjá teimum, máttu vit í flestu førum lata av tilfeinginum á okkara egnu 200 fjórðinga landleið. Úr Moskva kom sjálvur fiskimálaráðharrin Alexander Ishkov at skriva undir.

Ítróttur og C-HM 80
Sjeytiárini verða eisini lýst gjøgnum høvundans ár sum frásøgumaður frá ítrótti og sum formaður í Ítróttasambandi Føroya. Har varð dentur lagdur á samstarv við útlond bæði heima og úti. ÍSF fekk limaskap í IHF í 1974. Beinanvegin vóru landsdystir móti dønum, tjekkum, íslendingum og fleiri.

Hondbóltslandsliðið tók tjóðina á bóli við góðum úrsliti í C-HM í Portugal í 1976. ÍSF tók øll á bóli, tá IHF-tingið í 1978 samtykti, at heimsmeistarakappingin í C-bólkinum í 1980 skuldi verða í Føroyum. So stórt tiltak hevði ikki áður verið í Føroyum. Tey 10 londini spældu í 10 dagar fyri fullum húsum í Havn, Klaksvík og Vági.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder