Innanlands

Jógvan Jørgensen vann Haldor Holm Cup

Tað var ein havnarmaður, sum vann ársins fyrstu stóru billardkapping. Hetta hendi í sjálvum billardmekkaðinum Klaksvík í dag

2021-10-02 19:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Vinnarin av ársins fyrstu billardkapping gjørdist Jógvan Jørgensen úr billardfelagnum HABI, Havnar Billardfelag. Hann vann í finaluni, sum varð spæld í Klaksvík, á felaganum Per Hansen í eini sera spennandi og javnari finalu.

[object Object]

Jógvan Jørgensen og Per Hansen, sum komu í finaluna í Haldor Holm kappingini

Úrslitið gjørdist, at Jógvan vann við 4-3. Annars legði Per út við at vinna 3-1, men so tók Jógvan dik á seg og vann tríggjar dystir á rað. Hann vísti framúr gott billardspæl við umførum uppá 100 í tveimum dystum. 

[object Object]

Havnar Billardfelag, HBI, ruddaði borðini í Klaksvík til Haldor Holm Cup. Her Jógvan Jørgensen (Hm) vinnari og Per Hansen, nr. 2. Mynd Jan Müller

Hetta er fyrstu ferð, at Jógvan Jørgensen vinnur Haldor Holm Cup, ið hevur verið spælt í Klaksvík síðani 1989. Kappingin varð upprunaliga halgað Haldor Holm, sum var ein av stigtakarunum til billard í Klaksvík.

Kappingin er løgd beint undan byrjanini til billardárið og er ætlað sum eitt slag av upphiting til billardárið. Eftir hesa kappingini verður farið undir FM fyri lið og seinni fyri einstaklingar. Hesaferð luttaka lið úr Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Tvøroyri og av Skálafjørðinum í kappingini. Feløgini eru øll limir í Billardsambandi Føroyar, sum aftur er limur í ÍSF. 

[object Object]

Hóast klaksvíkingar ikki hesaferð kundu gleðast um at vinna Haldor Holm steypið, so kundu teir harafturímóti vísa billardheiminum bestu umstøðurnar til billard í Føroyum. Her snotuligu og hugnaligu billardhølini í Klaksvík. Semifinalan er í gongd við tveimum billardspælarum úr Havn, Jógvan Jørgensen og Per Hansen, sum báðir komu í finaluna. Dómarar eru  tveir billardveteranar úr Klaksvík. Mynd Jan Müller

[object Object]

Jógvan Jørgensen, vinnari av Haldor Holm Cup fyri fyrstu ferð. Spennandi verður at fylgja við, um hann eisini fer avstað við FM heitinum fyri einstaklingar í ár. Mynd Jan Müller

Per Hansen, sum gjørdist nr. 2 í kappingini, hevur eisini tikið seg nógv fram sum billardspælari seinastu árini. Fyri felagið HABI er hetta úrslitið sjálvandi ein stór viðurkenning.

[object Object]

Per Hansen hevur tikið seg nógv fram í billard og eydnaðist honum at vinna silvur í gullrandaðu Haldor Holm kappingini. Mynd Jan Müller

[object Object]

Ólavur Kjølbro er aftur partur av billardumhvørvinum í Føroyum. Eftir mong ár í útlandinum er hann aftur at síggja við borðið sum limur í HABI í Havn. Hóast framúr gott spæl gjørdist hann ov stuttur til at koma í finaluna í Haldor Holm Cup, sum hann kortini hevur vunnið fyrr. Ólavur er so væl spælandi í løtuni, at hann avgjørt er eitt boð uppá ein komandi FM meistara. Mynd Jan Müller

[object Object]

Ein av okkara bestu billardspælarum í mong ár, Kristian Sune Høgnesen hevði bæði góðar og minni góðar løtur undir  Haldor Holm kappingini, sum hann hevur vunnið fleiri ferðir. Myndirnar tala sítt greiða mál. Mynd Jan Müller.

[object Object]

[object Object]

Høgt metta billardkappingin Haldor Holm Cup, sum hevur verið hildin í Klaksvík síðani 1989, savnar eisini fleiri veteranar í føroyskum billardspæli, bæði sum luttakarar og áskoðarar. Fv. Sofus Baldvinsson, sum hesaferð var áskoðari, Gothard Olsen, sum var ein av frægu spælarunum í 70- og 80-unum legði leiðina inn í gamla Klaksvíkar Klubba at síggja sínar býfelagar spæla, Jan Müller, sum á sinni tók stig til Haldor Holm Cup er framvegis virkin og Sonard Johannessen, sum hevur vunnið Klaksvíkini mangar sigrar og steyp varð eins og Jan við hesaferð eisini. Teir vóru tó ov stuttir. 

[object Object]

Ein av gomlu veteranunum í føroyskum billardspæli, Gothard Olsen úr Klaksvík, nýtti høvi undir Haldor Holm Cup í ár at snodda til risastóra steypið, sum spælt hevur verið um í meira enn 30 ár. Mynd Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder