Í døgunum 18. til 22. februar hevur Jógvan Kristiansson Glerfoss listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er næsta persónliga framsýning hjá Jógvani síðani hann av álvara fór at mála á vári 2019.
Jógvan er útbúgvin teldufrøðingur - við hjágrein í filmsvísund - á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann starvast dagliga sum stjóri í KT-fyritøkuni Klintra í Havn. Umframt virkin listamálari, er Jógvan virkin venjari hjá børnum og ungum í frælsum ítrótti í Bragdinum í Havn.
Á framsýningini verða áleið 30 málningar. Fernisering verður fríggjadagin 18. februar - frá klokkan 16 til klokkan 19.
Opið er soleiðis:
Fríggjadagin 18. feb. kl. 16-19.
Leygardagin 19. feb. kl. 14-18.
Sunnudagin 20. feb. kl. 14-18.
Mánadagin 21. feb. kl. 15-18.
Týsdagin 22. feb. kl. 15-18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald