Innanlands

Jógvan og Kári 25 ár sum húsavørðar

Hátíðarhald í posthúskjallaranum í gjár

Jógvan Dam og Kári Vilhelmsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Jógvan Dam og Kári Vilhelmsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-06-13 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var lítið hátíðarhald í posthúskjallaranum í Havn í sambandi við at tveir av trúgvu húsavørðunum hjá kommununi, Kári Vilhelmsen og Jógvan Dam, høvdu 25 ára starvsdagar.

Í røðu síni fyri teimum, nevndi Heðin Mortensen, at Kári N. Vilhelmsen var tann fyrsti húsavørðurin, sum varð settur í starv beinleiðis í kommununi.

Tá var tað kalla ‘húsavarðartoykið’ á deildini hjá húsaumsitingini. Nú verður stovnurin kallaður ‘bygningsrakstur’.

Á heimasíðuni hjá kommununi ber til at lesa røðuna hjá Heðini Mortensen og síggja fleiri myndir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder