Innanlands

Jógvan Zachariassen í hálvtíðarstarv hjá stórum evangilistiskum felagsskapi

Jógvan skal saman við øðrum leiða fyrireikingararbeiðið til stórmøti hjá Billy Graham Evangilistic Association í Cardfiff í Wales

2019-05-29 12:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jógvan Zachariassen, sum hevur verið samkomuleiðari og elsti í samkomuni Lívdini seinastu 18 árini, fer nú í hálvtíðarstarv hjá stórum evangilistiskum felagsskapi.

Í hesum sambandi fór Jógvan úr samkomuleiðsluni tann 16. mai 2019, og frá 1. september 2019 fer hann í hálvtíðarstarv í eitt ár. Uppgávan hjá Jógvani í Lívdini hetta komandi árið verður mest sum talari og undirvísari og ikki sum samkomuleiðari og elsti.

Jógvan hevur fingið bjóðað hálvtíðarstarv hjá Billy Graham Evangelistic Association (BGEA) og fer at arbeiða í Onglandi hesa tíðina, skrivar samkoman á heimasíðuni. Tað merkir, at hann verður burtur í 14 dagar hvønn mánað komandi 12-14 mánaðirnar.

Ætlanin er, at Jógvan kemur aftur í samkomuleiðsluna og fulltíðarstarv sum samkomuleiðari í august/september 2020, tá ið samkoman er á gáttini at flyta inn í nýggja bygningin við Vegin Langa.

Billy Graham hevði sína fyrstu møtirøð í Onglandi fyri 65 árum síðani, og í hesum sambandi fer sonur hansara, Franklin Graham, at hava eina stóra møtirøð í Onglandi, sum verður kallað UK2020, har hann fer at vitja einar 10 býir, har stórmøti skulu vera.

BGEA hevur sett tveir leiðarar at leiða arbeiðið í hvørjum býi, og Jógvan er settur saman við einum øðrum at leiða fyrireikingararbeiðið í Cardiff í Wales.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder