Uppgávan hjá Jenisi av Rana sum formaður á fyrsta tingfundinum er nú av.
Eftir at góðkenninginum av løgtingsvalinum var av, skipaði Jenis av Rana fyri vali av nýggjum løgtingsforfólki.
Bert eitt uppskot var. Beinir Johannesen bað tingið um um at velja Johan Dahl úr Sambandsflokkinum til formann. Hann var valdur við 32 atkvøðum fyri og einari blankari.
Síðan tók Jóhan Dahl sæti á formanssessinum og skipaði fyri valinum av næstforfólkunum í løgtingsformansskapinum, sum hinir tríggir stóru flokkarnir fáa.
Fólkaflokkurin útnevndi Elsebeth M. Gunnleygsdóttir. Javnaðarflokkurin útnevndi Jóhannis Joensen (bæði hesi hava, saman við Johan Dahl, sitið í formansskapinum í farna valskeiði) og Tjóðveldi útnevndi Hervør Pálsdóttir.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir verður sostatt fyrsta næstforkvinna, meðan lutakast var um hvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi fáa annað og triðja forfólkið.
Úrslitið av lutakastinum var, at Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi verður onnur næstforkvinna, og Jóhannis Joensen triði næstformaður.
Tingfundurin er nú aftur niðurlagdur. Klokkan 11 verður hann settur aftur, og tá skal løgmaður veljast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald