Mentan

Jóhan Martin Christiansen í Steinprenti

Framsýningin við heitinum “Tell It To My Heart” letur upp seinnapartin í morgin

2021-09-30 09:10 Author image
Innsent
placeholder

Fríggjadagin 1. oktober letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti. Tað er listaframsýningin “Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen, ið samanumtikið minnir um eina samlaða installatión, myndað av skulpturum, relieffum og prentum.

Og tað tilfarsliga – stál, gips og pappír – hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru  – what you see is what you get – og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum.

Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar.

[object Object]
Jóhan Martin Christiansen (Savnsmynd)

Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara.

Men tá heitið “Tell It To My Heart” verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist, og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta.

Seinastu tíðina hevur Jóhan Martin Christiansen arbeitt í Steinprenti, meðan hann hevur búð í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Við framsýningini Tell It To My Heart vendir listamaðurin aftur á slóðina. Evni, sum fyrr hava verði snúningsdepil hjá verkunum eru aftur á skránni, t.d. framsýningin Crazy, Zig-Zag frá 2012.

Framsýningin í Steinprenti hevur eitt minimalt og reint úttrykk. Tað minnir í støðum um púra vanligt byggivirksemi við stálstongum og skrúvum, men er fullt av estetikki, longsli, kjøti og blóði. Tað konstruktiva er grundleggjandi í verkunum, sum eisini snúgva seg um sína egnu skapan.

Gipsrelieffini siga okkum søguna um hvussu tey vóru stoypt av pappkassum, men her eru verkini vorðin meira ekspressiv og málandi og kunnu í støðum minna um abstraktar málningar.

Skrivað hevur Kinna Poulsen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder