Innanlands

Johan Restorff andaðist í gjár

Johan Restorff, ið var ein býarmynd í Havn, doyði í gjár. Johan gjørdist 79 ára gamal

Jan Restorff var ein býarmynd í Havn. (Mynd: Jógvan á Dul)

Jan Restorff var ein býarmynd í Havn. (Mynd: Jógvan á Dul)

2019-02-20 14:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Johan Restorff, vanliga nevndur Johan á Hafnia, doyði í gjár 79 ára gamal. Johan var ein býarmynd í Havn. 

Johan Restorff var sonur Christian Restorff og Mariu Restorff. Christian Restorff stovnaði Hotel Hafnia í 1951 og var sjálvur stjóri til í 1988, tá Johan og beiggin, Martin Christian (betur kendur sum MC) tóku yvir við Johan sum stjóra. Johan framdi skjótt eina stóra umvæling á Hafnia, soleiðis at hotellið megnaði at lúka altjóða krøv. 

Restorff familjan seldi hotellið í 2005. 

Johan Restorff var giftur Esther og saman høvdu tey fýra børn. Tey eita Jan, Martin, Katrin og Christian, sum doyði sum smádrongur. Jan og Martin eru báðir kendir í hotell- og matstovuvinnuni. Jan Restorff er matstovuleiðari á donsku Michelin-matstovuni Søllerød Kro, meðan Martin Restorff fyri kortum gjørdist leiðari á nýggja Hilton hotellinum, ið verður bygt í Føroyum. 

Johan Restorff hevði sína dagliga gongd í Ebenezer. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder