Innanlands

Johannudagur í Vági

137 ára gamla sluppin, Johanna TG326 verður karmur um maritimt vikuskifti í Vági í september

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-08-21 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 11. september verður Johannudagur í Vági. Tá verður 137 ára gamla sluppin, Johanna TG326, karmur um eitt maritimt vikuskifti, sum í stóran mun fyrigongur á keiðøkinum í Vági.

Á skránni verða tiltøk og undirhald fyri allar aldursbólkar. Kajakkir og annar aktivitetur verður á fjørðinum, og høvið verður at byrja leygardagin við havbaðing við Sjódypp. Eisini verður grillað, og felagssangur, bryggjudansur og ymiskt annað verður á skránni. Søguligu grindabátarnir verða eisini flotaðir, og eftir ætlan koma onnur skip á Vág og fer hetta at seta ein serligan dám á tiltakið, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuna.

Umframt aktivitetir á keiðøkinum, verður ymiskt annað á skránni í Vági hetta vikuskiftið. Endalig skrá kemur, tá tiltakið nærkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder