Innanlands

John Rajani nýggjur løgmansstjóri

Gevs sum sendimaður í Ísrael og tekur við sum løgmansstjóri eftir Marjuna Hanusardóttir sum gevst eftir 25 árum í starvinum

John Rajani (Mynd: Klara Johannesen / Løgmansskrivstovan)

John Rajani (Mynd: Klara Johannesen / Løgmansskrivstovan)

2021-06-29 14:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

John Rajani er settur sum stjóri á Løgmansskrivstovuni.

John Rajani hevur drúgvar royndir bæði í landsfyrisitingini og í privatu vinnuni. Hann starvaðist í Mentamálaráðnum í trý ár, áðrenn hann í 1999 fór í starv á Løgmansskrivstovuni. Í tíðini á Løgmansskrivstovuni røkti hann ymiskar uppgávur, millum annað var hann sendimaður Føroya í London millum 2002 og 2005.

Í fíggjarvinnuni hevur John Rajani tíggju ára royndir á leiðslu – og stjórnarstøði úr BankNordik. Seinastu tíðina hevur hann verið sendimaður Føroya í Tel Aviv í Ísrael.

Nýggi løgmansstjórin er 52 ár gamal og útbúgvin innan búskap og leiðslu í Danmark og Stórabretlandi. Hann er giftur og eigur trý børn.

John Rajani loysir Marjuna Hanusardóttir av, sum gevst eftir 25 ár sum løgmansstjóri.

Hann byrjar í starvinum tann 1.august

10 umsóknir vóru til starvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder