Amerikanski sjónleikarin Johnny Depp hevur fingið viðhald í, at fyrrverandi kona hansara, Amber Heard, hevur ærumeitt hann. Tað avgjørdi nevningatingið í nógv umrødda rættarmálinum millum tey bæði í gjár.
Amber Heard er dømd til at rinda 15 milliónir dollarar í endurgjaldi til Johnny Depp, sum upprunaliga kravdi 50 milliónir dollarar. Amber Heard fekk viðhald í eini av skuldsetingunum, og var tvær milliónir dollarar í endurgjaldi.
Depp rættarsøkti fyrrverandi konu sína eftir eina kronikk í Washington Post, har hon skrivaði, at hon sum almennur persónur hevði upplivað “harðskap í nærsambandi”.
Johnny Depp var ikki sjálvur til staðar í rættinum, tá dómurin varð sagdur. Hann hevur verið staddur í London hesar seinastu dagarnar fyri at spæla konsert.
Rættarmálið millum hesar báðar sjónleikararnar hevur fingið ovurstórt uppmerksemi í amerikanskum og altjóða fjølmiðlum.
Klandurin millum Depp og Heard byrjaði í almenninginum í 2018. Sambært Depp var tað hann, ið varð skuldsettur fyri at fremja harðskapin, sum Heard skrivaði um í Washington Post. Hóast hon ongantíð nevndi navn hansara, helt hann, at tað var týðuligt, at tað var hann, sum Amber Heard sipaði til.
Stutt eftir, at greinin hevði staðið í Washington Post, varð Johnny Depp lýstur sum “konubukari” í ymsum miðlum, og tað var ein orsøk til at Johnny Depp valdi at sakarsøkja fyrrverandi konuna við kravi um 50 milliónir dollarar í endurgjaldi.
Men Amber Heard hevði eisini rættarkrøv við sær til rættin í Virginia. Hon saksøkti Depp fyri dupultu upphæddina, 100 milliónir dollarar.
Johnny Depp og Amber Heard vóru eitt skifti eitt ógvuliga kent par í Hollywood. Tey hittust til innspælingina av filminum “Rum Diary” í 2009. Kærleikin blómaði, og tey giftust í 2015. Hjúnabandið helt í tvey ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald