- Fyrst av øllum vil eg siga, at eg taki so hjartaliga synd í Jan Lamhauge, at hann framvegis livir í síni egnu boblu, har øll onnur hava misskilt alt, meðan einans hann og Astrup hava sæð ljósið.
Soleiðis sigur Johnny í Grótinum í viðmerkingum til ákærurnar, sum Jan Lamhauge hevur sett fram ímóti honum í viðmerkingum til skattamálið. Jan Lamhauge hevur sent frágreiðing til fulltrúa, sum nú viðger málið um uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara á Kringvarpi Føroya. Har ákærir hann Johnny í Grótinum fyri at hava borið ósannar søgur fyri starvsfólkum á KVF. Men Johnny í Grótinum sigur, at trupulleikin var einsíðugi dekningurin av skattamálinum.
Les eisini: Jan Lamhauge: Stjórin segði skeivar søgur fyri journalistum
- Sum stovnsleiðari undraðist eg á partshallu keldustýringina í dekninginum, har rúm ikki var fyri øðrum sjónarhornum enn tí hjá Astrup, hóast KVF skrásikkurt feldi dóm um lógarbrot, sigur hann millum annað í viðmerkingum, sum hann hevur sent Portalinum umvegis teldupost.
Johnny í Grótinum leggur afturat, at KVF ikki var dómstólur í málinum, hóast hann stundum helt at farið varð ov langt í tíðindaflutninginum.
- Onnur sjónarhorn vóru og eru, og KVF er ikki dómstólur. Málið verður framvegis kannað av ákærumyndugleikunum, og dómur er ikki feldur enn. So partarnir í málinum kunnu í veruleikanum dragsa Jan í rættin við ákæru um bakbit, tá hann kallar skattafrádráttin ólógligan og umrøddu persónar fyri lógarbrótarar, sigur hann.
Heldur at KVF burdi veitt Jan Lamhauge sálarliga hjálp
- Tað er bæði syndarligt og syrgiligt at síggja sannføring um egið lýtaloysi bólgna til slíka megalomaniska fiksering. Talan er um insinuatiónir og manipulatiónir úr enda í annan, sigur Johnny í Grótinum eisini og leggur afturat, at hann ikki er skelkaður av ákærunum um, at hann skal hava veitt skeivar upplýsingar fyri journalistum í KVF.
- Eg eri ikki skelkaður av hesum følsku ákærunum, tí hetta mynstrið sást aftur í øllum samskiftinum frá hansara síðu mótvegis bæði Mentamálaráðnum og kringvarpsstýrinum, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat at Jan Lamhauge burdi fingið sálarliga hjálp.
- Kringvarpið átti veruliga at bjóða manninum sálarfrøðiliga hjálp, áðrenn hann í summar aftur skal til arbeiðis á stovninum. Eg ynski honum góðan bata, sigur Johnny í Grótinum at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald