Sunnukvøldið klokkan 19 skipar Barnabati fyri árligu jóla- og stuðulskonsertini Í Menniskjum Góður Tokki.
Upptøkurnar eru gjørdar í Vesturkirkjuni í Havn.
Konsertin er skipað sum ein sjónvarpssending og verður víst í Kringvarpinum.
Talan er um eina stuðulskonsert fyri Í Menniskjum Góður Tokki, sum í hesum døgum letur sperdum barnafamiljum jólahjálp.
Við á konsertini eru nógvir kendir tónleikarar. Á skránni eru m.a. Tina Mellemgaard, Jón Aldará, Jens Marni Hansen, HORRSE, Sanna Bæk Hoydal, Guðrun Sólja Jacobsen og ymisk kór frá Musikkskúlanum við Sigrið Sivertsen sum kórleiðara.
Miðskeiðis í konsertini fara Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata, og Sigrið Sivertsen at hugleiða um jólakonsertina og hugtakið Í Menniskjum Góður Tokki.
Eisini verður avdúkað, hvussu nógvur peningur kom inn til sjálvbodna arbeiðið hjá Stephanie Trónd Larsdóttir “Loppumarknaðurin hjá Stephanie”, sum var í Finsen í oktobur mánaði. Allur peningurin fer óskerdur til Í Menniskjum Góður Tokki.
Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata, vónar, at fólk fara at seta seg afturá og njóta eina hugnaliga løtu, tá árliga jólakonsertin fer av bakkastokki sunnukvøldið. Samstundis er hetta kvøldið, har vit øll kunnu stuðla barnafamiljum í Føroyum, sum liva í fátækraváða.
Aðalskrivarin takkar hjartaliga fyri tey tiltøk, ið einstaklingar og felagsskapir kring landið hava skipað fyri í seinastuni til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald