- Man sær tá ið gásin og dunnurnar fara í ovnin, tá kemur ein spíssur á nýtsluna út á seinnapartin so døgurðin er klárur klokkan 18, sigur Hjalmar Norðberg Poulsen, maskinmeistari og sum er á vakt hjá SEV í dag.
Kringvarpið tosaði við hann fyrr í dag.
Onkuntíð hevur SEV verið uppi á 59,9 mega watt, men Hjalmar Norðberg Poulsen sigur, at hetta kemur man ikki upp á í dag.
Hjalmar Norðberg Poulsen sigur, at øll flakavirkir og annað liggur stilt, og alt er konsentrerað um íbúðarøkini. Hetta gevur nakað øðrvísi nýtslu.
Alt er eisini meira støðugt í dag, sigur hann, og at blackout kemur næstan ikki fyri longur.
- Netið er so væl útbygt, at tað kemur næstan ikki fyri. Stýringin er nógv meira eksakt, og man hevur fingurin á pulsinum allatíðina. Tað var øðrvísi fyrr, sigur maskinmeitsarin á Fossáverkinum í Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald