Á Landssjúkrahúsinum er siðvenja jólaaftan, at sjúklingarnir fáa jóladunnu við brúnari sós og eplum og mandlurísi omaná. Eisini tey, ið hava ilt við at tyggja og svølgja, skulu kenna smakkin av jólum jólaaftan.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum hevur arbeitt við at menna eina serliga matskrá til sjúklingar við dysfagi. Dysfagi ávirkar vøddarnar í munni og tungu og rakar millum annað fólk við blóðtøppi í heilanum, Parkinson og krabba í hálsinum.
Tað skrivar Landssjúkrahúsið á sínari Facebook síðu í dag.
– Ein týðandi partur av matupplivingini er tað, sum eygað sær, og tí hava vit ment eina matskrá, sum eisini tekur seg væl út.
- Dunnusteikin og eplini eru blendað og síðani bygd uppaftur, so maturin bæði smakkar og líkist góða og siðbundna jóladøgurðanum. Omaná fáa tey sergjørt mandlurís við kirsuberjasós, sigur Gudna á Rógvu Joensen, sum er leiðari á Køkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald