placeholder
Innanlands

Jólagáva til miðlarnar seinni í dag

Í dag verður greitt hvussu nógv verður lutað út í stuðli til privatu føroysku miðlarnar. Seinast fór ein av stað við helvtini

Sosialurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sosialurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-21 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í alt tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul. Fyrsta árið, stuðul varð latin var í fjør, tá níggju miðlar søktu um miðlastuðul. Og seinni í dag verður greitt hvussu miðlastuðulin fyri í ár verður býtur, upplýsir Magnus Dam, formaður í miðlastuðulsnevndini.

Í fjør fóru Sosialurin og Rás2 (FM1 í dag), sum bæði eru knýtt at Miðlahúsinum avstað við umleið helvtini av stuðlinum.

Ætlanin við miðlastuðlinum er at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og at tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum, sigur Mentamálaráðið um orsøkina til at lata stuðul til miðlarnar.

Stuðulin er ætlaður prentaðum tíðindamiðlum, loftbornum tíðindamiðlum og skrivaðum tíðindanetmiðlum.

Miðlastuðulin fyri í fjør verður býttur út soleiðis:
Sosialurin kr. 824.365,00
Dimmalætting kr. 294.902,00
Norðlýsið kr. 193.854,00
Portal.fo kr. 192.898,00
Rás 2 kr. 186.168,00
VP.fo kr. 152.514,00
R7 Kringvarp kr. 136.138,00
JN.fo kr. 19.160,00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder