
Hóast jólini eru av, so er framvegis møguleiki fyri at hava jólahugnar av ymskum slag, og í morgin, fríggjadagin 30. desember, skipar Tvøroyrar Kommuna fyri árliga jólahugnanum í viðarlundini í Trongisvági.
- Viðarlundin er um hesa árstíðina prýdd við jólaperum, sum somuleiðis lýsa hugnaligu gøturnar millum trøðini upp, so væl er gangandi, sjálvt um myrkt er. Hetta tiltak er eisini eitt gylt høvi hjá barnafamiljum og øðrum at kobla úr frá tí strævna gerandisdegnum, og njóta náttúruna og vakra umhvørvi í og runt viðarlundina.
Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna, sum fer at bjóða heitt kakao og bollar. Jólamaðurin vitjar eisini, og hevur hann okkurt gott í posanum til børnini.
Tiltakið byrjar klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald