placeholder
Mentan

Jólakonsert í Glyvra kirkju mikukvøldið

11. desember kl. 19.30 skipar Nes Sóknar Musikkfelag fyri árligu jólakonsertini í Glyvra kirkju

2019-12-08 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 11. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Konsertin verður fyriskipað saman við messingblásarum úr Nes Sóknar Musikkskúla, og koma ungu leikararnir at seta sín dám á konsertina. Framført verður ein rúgva av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk.

Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.

Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder