Hóskvøldið 23. november klokkan 19 skipar Barnabati fyri árligu jólakonsertini til frama fyri átakinum Í Menniskjum Góður Tokki, sum veitir jólahjálp til fíggjarligar sperdar barnafamiljur.
Á konsertini, sum verður tikin upp í Christianskirkjuni, luttaka LOT, XPERIMENT, Heðin Askham, Lena Anderssen, Jens Marni Hansen, Marius Ziska við bólki, Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen.
Av tí, at konsertin verður tikin upp, er tað av týdningi, at áhoyrararnir møta í góðari tíð, skrivar Barnabati.
Konsertin verður víst í Kringvarpinum 3. desember, har møguleiki verður at stuðla við einari peningaupphædd. Tað verður eisini savnað inn undir konsertini 23. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald