2024-12-17 18:20

Sunnudagin 22. desember klokkan 16 koma jólamenn í býin í Havn á súkklubaki og við sær hava teir eina rúgvu av karamellum og søtum - eisini til børn, sum hava matovurviðkvæmi.
Jólamenninir fara síðani í Pavilionina á Vaglinum, har teir fara at hava stoppdans saman við børnunum umleið kl. 16.30.
Klokkan 17 framførir bólkurin, Kalas, í Pavilionini.
Forvitnisligi jólamarknaðurin og jólasmátturnar á Vaglinum hava opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald