Mentan

Jólamenninir vitja á Vaglinum leygardagin seinnapartin

Jólaskipið er ávegis til Havnar, men óvist júst nær tað kemur. Tí vitja jólamenninir heldur á Vaglinum leygardagin seinnapart

(Savnsmynd: Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-16 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boð eru komin frá jólamonnunum, og teir eru ávegis til Havnar.

Tað er tó óvist er nær skipið kemur inn á Vágsbotn, tískil lata jólamennirnir heilsa, at teir vitja á Vaglinum leygardagin 18. desember frá klokkan 15 til 17.

Forvitnisligi jólamarknaðurin í Tinghúsgarðinum hevur opið frá klokkan 14 til 20, og klokkan 16 syngja og spæla Guðrun Sólja og Janus Kampmann á vakra pallinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder