Mentan

Jólasangløta við Siloakórinum í annaðkvøld

Bæði gamlir og níggir jólasangir eru á skránni

2024-12-17 08:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum undanfarnu mongu árini bjóðar Siloakórið í Fuglafirði til eina jólaliga sangløtu í Siloa. Jólasangløtan verður í annaðkvøld, mikukvøldið 18. desember klokkan 20.

Á skránni eru bæði gamlir og nýggir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.

Okkurt tónleikastykki verður eisini at hoyra, og felagssangur er somuleiðis á skránni.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Aftaná verður ein drekkamuður at fáa - og øll eru hjartaliga vælkomin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder