Mentan

Jólaskipið kemur til Leirvíkar í dag

Skipið við øllum jólamonnunum leggur at í Leirvík klokkan 15 seinnapartin

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-12-22 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, sunnudagin 22. desember, klokkan 15, kemur jólaskipið við øllum jólamonnunum á vitjan í Leirvík.

Skipið leggur at í Leirvík klokkan 15, áðrenn tað fer víðari til Klaksvíkar, har tað leggur at klokkan 16.

Síðani verður høvi hjá børnum og foreldrum at fara oman á bryggjuna í Leirvík at heilsa uppá jólamennirnar.

Hetta 20. árið at jólaskipið kemur til Leirvíkar, sigur Eysturkommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder