Mentan

Jólaskipið til Klaksvíkar seinnapartin

Klokkan 16 sigla jólamenninir inn móti Biskupstorgi, har tiltakið verður. Á skránni er m.a. tónleikur og undirhald.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-12-22 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 22. desember og 4. sunnudagur í advent, kemur Jólaskipið við jólamonnunum inn á Klaksvík.

Skipið siglir inn klokkan 16 um heimstu kei, og sigla jólamenninir í bátum inn móti Biskupstorgi.

Sjálvt tiltakið verður á og við nýggju skoytibreytina á Biskupstorgi. 

Á skránni er tónleikur, undirhald, og fáa øll børnini pakkar frá jólamonnunum.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder