Innanlands

Jólatónar í Glyvra kirkju mikukvøldið

Nes sóknar Musikkfelag heldur sína árligu jólakonsert saman við messingblásarum úr Nes sóknar Musikkskúla

2023-12-12 11:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í annaðkvøld hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni. 

Konsertin verður fyriskipað saman við messingblásarum úr Nes Sóknar Musikkskúla, og koma ungu leikararnir at seta sín dám á konsertina.

Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag er gott høvi í jólamánaðinum at seta eina løtu av til góðan jólatónleik í hugnaligu kirkjuni. 

Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.

Konsertin verður mikukvøldið mikukvøldið 13. desember kl. 19.30 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder