2021-11-28 18:32
Mánadagin 29. november klokkan 18 verður jólatræið hjá Eiðis kommunu tendrað í Hólmanum.
Í hesum sambandi kemur Eiðis ljómfelag at spæla, og Jonhard Jógvansson, prestur, sigur søgu. Eisini koma jólamenn á vitjan, boðar kommunan frá.
Aftaná bjóðar kommunan til kaffi, te og rísalamande í Hólmahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald