2021-11-20 15:03
Komandi vikuskifti, leygardagin 27. november klokkan 17.30, verður jólatræið á Strondum tendrað.
Í hesum sambandi verður tónleikur frá Nes Sóknar Musikkfelag, Brian Smedemark heldur røðu, og brandbilur við jólamonnum kemur eisini á vitjan.
Vaflur og okkurt drekkandi verður eisini at fáa, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald