Komandi dagarnar verða jólatrøini í Tvøroyrar kommunu tendrað.
Fyrsta jólatræið verður tendrað seinnapartin klokkan 16 á Tvøroyri.
Jónsvein Bech, prestur, talar, og Tvøroyrar hornorkestur luttekur við hugnaligum jólatónleiki. Eisini bjóðar kommunan bollar og heitt kakao, og jólamenn koma á vitjan og hava pakkar við til børnini.
Eisini er árligi jólamarknaðurin á Seglloftinum í dag frá klokkan 14 til 19, har høvi er at keypa lokalt virkaðar vørur, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuna.
Í annaðkvøld, 29. november, verða jólatrøini í ávikavist Trongisvági og Froðba tendrað.
Jólatræið í Trongisvági verður tendrað klokkan 18, og træið í Froðba verður tendrað klokkan 19.
Tvøroyrar hornorkestur spælir, og bjóðað verður heitt kakao og gløgg úr Glasstovuni.
Sunnudagin 5. desember verður gudstænasta í bønhúsinum í Ørðavík klokkan 12. Eftir gudstænastuna verður jólatræið í bygdini tendrað, og Tvøroyrar hornorkestur kemur at spæla. Eftir at træið er tendrað verður ein drekkamnunnur at fáa í bønhúsinum.
Í sambandið við hesum tiltøkum minnir kommunan fólk á at halda almennu tilmælini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald