2019-11-23 10:34
Jólatræið á Tvøroyri verður tendrað í morgin, sunnudagin 24. november klokkan 17.
Í hesum sambandi fer Tvøroyrar hornorkestur at spæla hugnaligar jólatónar, og Jónsvein Bech, prestur, fer at siga nøkur orð.
Eisini koma jólamenninir á vitjan við pakkum til børnini, og verður eisini bollar og kakao at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald