Innanlands

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað klokkan 17

Mary Gaard heldur røðu, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór luttaka, og jólamenninir koma við pakka til børnini.

2019-11-29 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 29. november kl. 17.00.

Mary Gaard heldur røðu.
Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór luttaka.
Jólamenninir koma við pakka til børnini.

Aftan á haldið verða øll boðin til kakao og bollar uttan fyri Staðið.

Jólasølan í Johnsa handli verður opin hetta kvøldið til kl. 21.00.

Sí annars teigin Jól í Vestmanna á vestmanna.fo, har ið til ber at síggja yvirlit yvir øll tiltøk í Vestmanna í jólamánaðinum.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder