2021-11-29 16:15
Í morgin, týsdagin 30. november, og mikudagin 1. desember verða jólatrøini í Eysturkommunu tendrað.
Fyrsta træið verður tendrað í Leirvík týskvøldið klokkan 19. Marius Jacobsen heldur røðu, og kórið Eystanljóð syngur.
Mikuvkøldið klokkan 19 verður træið tendrað við Gøtugjógv. Marita Klein Joensen heldur røðu, og kórið Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur.
Jólamennirnir koma eisini at vitja, og skótarnir servera jólabollar og kakao úti undir hálvtekjunum í skúlunum báðum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald